Runavíkar kommuna
Dagstovnurin Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík hátíðarheldur 20 ára føðingardag týsdagin 3. oktober.
Stovnurin hevur eina søgu, sum byrjar við at Kongshavnar Barnagarður og vøggustova letur upp í kjallaranum í gamla posthúsinum í 1982, og er upphavi til hendan stovnin, sum vegna vaksandi virksemi fyri 20 árum síðani flutti til betri umstøður tætt við Toftavatn.
Í sambandi við at hetta fyrsta dagstovnatilboðið í Eysturoynni í fjørð hevði 40 ár á baki, hátíðarhalda vit dagin fyri almenninginum eftir kl. 15.00. Børn, foreldur, systkin, ommur, abbar, børn ið hava gingið í barnagarði, ja øll, ið hava hug at vitja stovnin, eru vælkomin til kaffimunn og føðingardagslagkøku í felagshølinum Stórustovu.
Framsýningar eru úti á stovunum og gamlar myndir eru í Stórustovu, og eru øll vælkomin á gátt.