Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2023 13:43

”Bardagin fyri einum stuttligari lívi” fyri seinastu ferð

Mynd: Hans Pilgaard

Danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, hevur ferðast Danmark og Føroyar runt við sínum fyrilestri, ”Bardagin fyri einum stuttligari lívi” í eitt heilt ár. Nú verður seinasta sýning í Føroyum, har hann fer at upptraðka í Løkshøll í Runavík hóskvøldið tann 23. mars kl. 19.00. Atgongumerkini eru til sølu á loksholl.fo og eru møguliga eisini at fáa við dyrnar.

Væl lýddi danin hevur nógv uppá hjarta og hevur samansett ein sera persónligan, áhugaverdan og stuttligan fyrilestur, ið er sera viðkomandi fyri tað sum gongur fyri seg í dagsins samfelag. ”Bardagin fyri einum stuttligari lívi” er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.

Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum, nemliga bardagan um eitt stuttligari og meir autentiskt lív.

Av tí at hetta er seinasta sýning í Føroyum, so ætlar hann sær at leggja eyka nógva orku í hesaferð og lovar eitt fantastiskt kvøld í Runavík. Hans Pilgaard vil eisini nýta høvið at takka teimum gott 1.000 føroyingunum, sum longu hava verið og sæð fyrilesturin, og vónar at síggja nógvar væl upplagdar áskoðarar í Løkshøll hóskvøldið.

Hetta er ein sera hugvekjandi fyrilestur fyri øll; ið vekjur látur, umhugsni og vón!