Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2023 12:27

Banamennirnir hjá Víkingi gjørdu bart

Mynd: Víkingur fyrireikar seg til dystin í Andorra (Víkingur)

Víkingur úr Gøtu og Leirvík, sum hevur drúgvar royndir at spæla úit í Evropa, vóru fyri viku síðani útslidnir 3-2 samanlagt yvir tveir dystir av Inter Club d’Escaldes frá Andorra.

Áðrenn hesar báðar dystirnar, mundu tað nokk vera fleiri sum væntaðu, at Víkingur fór at knógva liðnum frá Andorra samanlagt, bæði tá hugt var eftir úrslitinum undanfarnu árini og eisini hvar Andorra liggur, samanborið við Føroyar, tá tað kemur til styrkilistan hjá FIFA.

Men so skuldi ikki vera. Liðið frá Andorra vann, nokk uppiborið yvir tveir dystir, og kom víðari til 2. umfarð í UEFA Conferance League. Og har møttu teir so í gjár, í fyrra dystinum á heimavølli, skotska stórliðnum Hibernian FC.

Og Inter Club d’Escaldes gjørdi ikki mætari enn at vinna, kanska heldur óvænta, ein 2-1 sigur. Spennandi verður tí at síggja hvussu dysturin á útivøll fer at hátta seg.