Mynd: Bakur og Stelkur landað til Faroe Origin í morgun (Eysturoyarportalurin)
Bakur og Stelkur landa í dag til Faroe Origin í Runavík, eftir at teir hava partrola sunnanfyri Føroyar.
Teir hava fiskað gott 265.000 pund. Veiðan er nógv mest upsi, meðan nakað av hýsu, brosmu og havtasku er uppií.
Teir byrjaðu túrin 27. apríl.
