Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2023 10:25

Bakkafrost hevði kunnandi fund við starvsfólkið í gjár

Mynd: Bakkafrost

Í gjár hevði leiðslan í Bakkafrost, í kjalarvørrinum av politisku avgerðini hjá samgonguni, ein kunnandi fund fyri teimum 350 starvsfólkunum um avleiðingarnar av teimum nýggju tøkugjøldunum, sum vóru samtykti í síðstu viku við 3. viðgerð í Løgtinginum. https://www.eyp.fo/alivinnan-stori-taparin-i-logtinginum-i-dag/

Nógvir spurningar vóru frammi og starvsfólk vóru stúrin um framtíðina.

Bakkafrost sigur, at “Framleiðslan av meirvirkaðum vørum úr laksi, hevur fingið eitt skot fyri bógvin”.

Eysturoyarportalurin hevur vent sær til forstjóran í Bakkafrost, Regin Jacobsen, fyri at frætta meira um kunnandi fundin í gjár. Men Regin Jacobsen sigur í stuttari viðmerking við Eysturoyrportalin, at “tað er ikki annað at siga íløtuni”.