Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2024 21:38

Badmintonleikarar sera góð úrslit í Danmark

Mynd: Badmintonsamband Føroyar

Badmintonsamband Føroyar

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark. 

Ungdómslandsliðið luttók í ISI-cup og tey vaksnu í kapping í Odense.

Okkara leikarar spældu í M, A og B rekkjuni.

Serliga væl gekk tað hjá okkara ungu leikarum – nógvir dystir endaðu í trimum settum, sum til tíðir endaðu til okkara fyrimun. 

Tá ið avtornaði og heiðursmerkini skuldu teljast, so høvdu ungu leikararnir vunnið 13 heiðursmerki, og tey vaksnu tvey. Eitt sera gott úrslit, sum vit eru sera stolt av.

Í U17M og SEN A í einmansleiki hjá kvinnum vóru finalurnar føroyskar. Her møttust Ranja Joensen og Birna K. Jacobsen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj.

Til ISI-cup í Ikast vóru Barbara Mikkelsen og Kári Dal-Christiansen við sum ferðaleiðarar.

Jonas Mikkelsen var við sum venjari og Sune Gavnholt landsliðsvenjarin var saman við hópinum leygardagin. 

Í Odense var Wong við bæði sum leikari og venjari, meðan Rúni Simonsen var við sum bæði leikari og ferðaleiðari.  

Úrslitini vóru hesi:

U17/19 A – einmansleikur kvinnur

1. plássið – Elisa Christiansdóttir, HBF

3. plássið – Eyð Lamhauge Debess, HBF

U17/19 A – einmansleikur menn

2. plássið – Markus Bjarnason, HBF

3. plássið – Jafet Rasmussen, HBF

U17/19 A – tvímansleikur menn

1. plássið – Tóki Yngvason Guttesen/Jafet Rasmussen, HBF

U17M – einmansleikur kvinnur

1. plássið – Ranja Joensen, KBF

2. plássið – Birna K. Jacobsen, HBF

U19M – einmansleikur kvinnur

2. plássið – Oddbjørg í Buð Justinussen

U19M – blandaður tvímansleikur

2. plássið – Asbjørn Heide Olsen/Oddbjørg í Buð Justinussen, HBF/KBF

3. plássið – Markus Bjarnason/Ranja Joensen, HBF/KBF og Christian Berg Petersen/Birna K. Jacobsen, HBF

U19M – tvímansleikur menn

3. plássið – Christian Berg Petersen/Asbjørn Heide Olsen, HBF

U19M – tvímansleikur kvinnur

3. plássið – Julianna í Heiðunum/Oddbjørg í Buð Justinussen, HBF/KBF

SEN A – einmansleikur kvinnur

1. plássið – Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

2. plássið – Sanna Thorkildshøj, HBF

Hesir leikarar vóru við á ferðini:

U17/19

Birna K. Jacobsen, HBF

Eyð Lamhauge Debess, HBF

Ranja Joensen, KBF

Elisa Christiansdóttir, HBF

Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

Julianna í Heiðunum, HBF

Jafet Rasmussen, HBF

Tóki Yngvason Guttesen, HBF

Markus Bjarnason, HBF

Christian Berg Petersen, HBF

Leiki Dal-Christiansen, HBF

Aron Rognsøy, HBF

Ørvur Isfeld, HBF

Aron á Reynatrøð, ÍF

Fríði Hansen, ÍF

Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF

Kristoffur Samuelsen, HBF

Bjarti Samson Vang, HBF

Asbjørn Heide Olsen, HBF

Ferðaleiðarar Barbara Mikkelsen og Kári Dal Christiansen

Venjari og coach Jonas Mikkelsen og Sune Gavnholt 

Vaksin

Miriam í Grótinum, HBF

Lena Maria Joensen, KBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

Sanna Thorkildshøj, HBF

Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

Rúni Øster, HBF

Fai Yin Wong, HBF

Ari Isfeld, HBF

Magnus Dal-Christiansen, HBF

Árant á Mýrini, MBF

Jónas Djurhuus, HBF

Rúni Simonsen, HBF

Spjaldur