B68 kunngjørdi í gjár, at felagið hevur sett, Pedro Tarancón Antón, sum venjara hjá 2. Deild og U21 komandi kappingarár.
38 ára gamli spaniólin kom til Føroyar í 2016, tá ið hann kom just B68 at leika. Hann hevur sambært Faroesoccer leikt 33 dystir í Betri deildini og 95 dystir í næstbestu deildini.
Hann hevur, umframt B68, eisini umboða ÍF, AB og Skála í føroyskum fótbólti.
Deil á Facebook