Mynd: Eysturoyarportalurin
Aðalfundur hjá B68 hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið.
Roknskapurin sum var lagdur fram fyri 2022 vísti eitt rakstrarhall uppá kr. 800.000,-.
Felagið sigur, at meginparturin av hallinum stóðst av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum, samstundis av tiltøkum sum vóru gjørd fyri at varðveita sæti í fremstu røð.
Fíggarætlanin fyri 2023 verður eitt vet hægri enn í 2022, sigur felagið. Hetta kemst serliga av, at felagið í ár fer at hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur.
Felagið sigur víðari, at stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn fari verður inní summarið.
Fyri at tryggjað raksturin fer felagið at umleggja nøkur partaprøv til pening fyri at fáa alla skuld burtur umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023.
Eisini verður køkurin á Svangaskarði dagførdur í verandi løtu og gevur hetta okkum fleir inntøkumøguleikar enn undanfarin ár.
At enda sigur B68, at tað verður ikki mett at felagið í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur komadi árið eins og í fjør og saman við øktu inntøkunum verður mett at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampuligum yvirskotið út úr 2023.
