Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2024 15:31

Avtala millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um starvsvenjing

Tíðindaskriv

Avtala er nú gjørd millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum. 

Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent Smyril Line, Skansi Offshore, Thor, Bakkafrost, Strandferðsluna/Smyril, VØRN/Brymil, Havstovuna/Jákup Sverra og TORM sum útbúgvingarstað fyri aspirantar á sjónum og MEST, KSS, KJ Hydraulikk og SEV sum starvsvenjingarstað hjá maskinmeistaraaspirantum á landi.

Við avtaluni við Navigare Shipping legst afturat møguleiki hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð.

Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið, undir lesnaðinum, eins og kent er frá útlondum.