Mynd: Betri
Bæði Betri og Politið ávara um svikagerðir í dag. Betri skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Tað eru óvanliga nógvir kundar, sum ringja inn til okkara í løtuni, tí tey hava upplivað svikagerðir av ymiskum slag. Tað kann t.d. vera eini sms-boð, sum boða frá, at tú ert við at gera eitt keyp, ella tað kann vera ein íløgusíða, sum lovar tær stóran vinning alt fyri eitt.
Vit heita á allar okkara kundar um at vísa stórt varsemi, tá tað kemur til illgrunasom sms-boð ella teldupostar, sum biðja teg um at trýsta á eitt leinki. Eisini heita vit tykkum á at kanna trúvirði á heimasíðum, sum t.d. vilja hava teg at gera íløgur.
Her eru nøkur góð ráð til at fyribyrgja svikagerðum:
– Um tú fært eini sms-boð frá NETS, so les boðini gjølla. Um tú ikki aktivt er í holt við at gera eitt keyp ella eina flyting, so merkir hetta, onkur annar hevur fingið fatur á upplýsingunum á tínum gjaldskorti. Sperra títt kort alt fyri eitt á Netbankanum ella á betri.fo/sperrakort
– Gev ongantíð nøkrum títt loynital til Netbankan. Hvørki vit í bankanum ella onnur spyrja um títt loynital fyri at hjálpa tær við Netbankanum.
– Deil ikki tølini á gjaldskortinum við onnur.
– Deil ikki Samleikan við onnur.
– Deil ikki loynitalið frá NETS við onnur.
– Ver varin um tú fært teldupostar ella sms, har tú verður biðin um at gjalda ella dagføra gjaldsupplýsingar. Trýst ongantíð á leinkjur, sum biðja um trúnaðarupplýsingar. Kanna økisnavnið og rita heldur inn á teirra heimasíðu, um okkurt skal dagførast.
Ivast tú í nøkrum, so set teg í samband við okkum á 348 000.
Betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
