Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2024 12:11

At ganga grýlu

Mynd: Gekkaskortur úr træi. Jógvan Johannesen, vanliga nevndur Jógvan á Sýnini, úr Oyndarfirði evnaði hann í 1931. Tjóðsavnið fekk skortin í 1992. Ongin vitan er um hann. Savnið frættir fegið, um nakar kennist við hann ella líknandi skortar og nýtslu teirra. (Tjóðsavnið)

Tjóðsavnið

Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýlu hús úr húsi og fáa bomm í posan.
Tað, at børn ganga grýlu, er ein lutfalsliga nýggjur siður í Føroyum. Í eldri keldum kann mann lesa um eina grýlu, sum kom oman úr fjøllunum. Grýlan var ein vaksin, ofta fátækur, persónur, sum nú hevði møguleikan at fáa okkurt gott í posan. Grýlan var sera óhugnalig. Hon brølaði, ýldi og veipaði við ørmunum. Tá hon kom inn í húsini, gekk tað ikki stillisliga fyri seg, og hon fór ikki út aftur, fyrr enn hon hevði fingið kjøt í posan. Dagin eftir føstulávintstýsdag byrjaði føstan. Nú skuldi verðsliga sinnið leggjast frá sær, sál og likam skuldu reinsast, og mann mátti ikki eta kjøt í føstuni.

Um børnini ikki skikkaðu sær væl í føstuni, kom grýlan eftir teimum, sum sungið verður í skjaldrinum:  

“Oman kemur grýla frá gørðum
við fjøruti hølum,
við bjálg á baki,
skølm í hendi,
kemur at kryvja búkin úr børnunum,
ið gráta eftir kjøti í føstu.”