Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2023 16:19

Astrid Johannsen sett í starv sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari

Astrid Johannesen er byrja sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari (Mynd: Eysturkommuna)

Eysturkommuna

Felagsskapir og ferðavinnu aktørar í kommununi hava nú fingið ein at samskifta beinleiðis við í kommununi

Astrid Johannsen sett í starv sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari í Eysturkommunu.

Astrid hevur starvast í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har hon hevur fingist mest við ferðavinnu og tiltøk á savninum. Eisini hevur Astrid verið í verkætlanarstarvi hjá kommununi í 2022, har hon røkti mentanarøkið, samstundis sum hon tók sær av Báta- og Listasavninum.

Astrid er nu byrja sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari, og kemur hon at taka sær av eitt nú kvøldskúlanum, ferðavinnu- og mentanarøkinum sum heild.

Eysturkommuna ynskir Astrid hjartaliga vælkomnari í starv.