Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2023 09:54

Ársroknskapurin 2022 hjá Sjóvar kommunu

Mynd: Sjóvar kommuna

Á kommunustýrisfundi 22. mai, var ársroknskapurin hjá Sjóvar kommunu fyri 2022 viðgjørdur og samtyktur. 

Samlaðu inntøkurnar vóru 62,2 mió kr., sum er 0,5 mió lægri enn í 2021.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 49,2 mió kr., sum er 2,7 mió kr. meiri enn í 2021

Rakstraravlopi var 12,9 mió kr. í mun til 17,4 mió í 2021.

Samlaðu íløgurnar vóru 19,8 mió kr. í mun til 14,1 mió kr. í 2021.

Kommunan hevur gjørt hesar íløgur í 2022:

Samlaða lániskuldin hjá kommununi við árslok var 31,4 mió kr.
Stuttfreistaða skuld 9,5 mió kr.
Útistandandi ogn 7,3 mió kr.
Sostatt var nettoskuldin hjá Sjóvar kommunu við árslok 33,6 mió kr.

Nettoskuldin hjá Sjóvar kommunu er 52,2% av eini skattaálíkning.

Ársroknskapurin hjá Sjóvar kommunu fyri 2022 sæst her.