Tíðindaskriv/Sinnisbati
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra einum persóni, átaki ella felagsskapi, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.
Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør fyri hennara góða og týdningarmikla arbeiði í Beranum, har hon hevur givið nógvum einstaklingum og familjum ein møguleika at liva víðari eftir sváran miss. Elsebeth Sanna hevur starvast í áratíggju hjá Almannaverkinum og seinastu árini sum leiðari í sosialpsykiatriini, og verið ein, sum gongur undan innan sosialpsykiatriska økið við sínum nærlagni, fakligheit og relatiónsførleikum.
Send okkum títt uppskot
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð.
Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.