Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2023 09:56

Ársaðalfundur hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag

Mynd: Eysturoyar Vinnulívsfelag

Ársaðalfundur hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag verður týskvøldið 7. mars kl. 19.00 hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Umframt vanliga aðalfundin, ið fer fram sambært viðtøkum felagsins, verða eisini tvær áhugaverdar framløgur á skránni:

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur, fer at greiða frá um vinnufelagið Tjaldur, sum er skrásett í Føroyum og hevur virksemi í Norðalondum og Stóra Bretlandi. P/F Tjaldur varð stovnað í 2004. Tjaldur er sprottið úr gamla Skipafelagnum, sum var selt sama árið. Eins og tjóðar fuglur okkara, er Tjaldur ein heimsborgari, men byggir reiður sítt í Føroyum. 

Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, fer at greiða frá nýggja møguleikanum at útflyta feskan laks fyri Bakkafrost og geva føroysku vinnuni ein nýggjan møguleika at innflyta ymiskar vørur til Føroya við flogfari beinleiðis úr New York og Danmark, nú byrjað verður at flúgva í næstum.

Skráin:

Kl. 19.00 Vælkomin, Bergur Poulsen, formaður í EVF

Kl. 19.05 Aðalfundur

  1. 1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. 2. Frágreiðing frá farna ári
  3. 3. Góðkenning av roknskapi
  4. 4. Ásetan av limagjaldi
  5. 5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum til EVF
  6. 6. Val av limum til Faroexpo stýrið
  7. 7. Ymiskt – vælkomin við uppskotum til nevndina

Kl. 19.35 Vinnufelagið Tjaldur, Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur

Kl. 20.00 Kaffi/the og netverkan

Kl. 20.20 Flogfelagið FarCargo, Birgir Nielsen, stjóri

Kl. 20.45 Liðugt