Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.03.2024 14:14

Aron Benjaminsen flytur til KBK

Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skála Ítróttarfelag boðar í dag frá, at ungi og evnaríki, Aron Benjaminsen, skiftir Undir Mýruhjalla á Skála út við Nordmøre stadion í Norra, har hann skal spæla fótbólt við Kristiansund Ballklubb (KBK).

Sum skilst, so var Aron og royndarvandi í Kristiansund BK fyrr í ár og eydnaðist royndarvenjingin so mikið væl, at felagið nú hevur bjóða honum ein 3 ára sáttmála.

Ætlanin er, at hann skal búgva hjá eini familju og skal byrja á skúla eftir summarferiuna. Ætlanin er eisini, at hann skal venja og verða rundanum bæði bestaliðið og U19 liðið.

Um onkur kennist við eftirnavnið, so er tað ikki so løgið, tí Aron er sonur fótbóltslegenduna Fróða Benjaminsen, sum m.a. leikti 96 A-landsdystir fyri Føroyar.