Týsdagin 16. mai klokkan 18.00 verður árliga várkonsertin hjá Stranda musikkskúla. Konsertin verður í Borgini, nýgjørdu forhøllini, í skúlanum.
Næmingar fara at spæla horn, klaver, klarinett, tvørfloytu, guittar og slagverk. Hetta eru tey tilboð, sum Stranda musikkskúli bjóðar út.
Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin at lurta.