Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.04.2023 18:00

Árliga Barnadansistevna fyri føroyskan dans

Mynd: Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd)

Eysturoyar dansifelag skipar fyri barnadansistevnuni 2023. Dansa verður í Løkshøll Runavík, leygardagin tann 22. apríl frá kl 10.00 til kl 15.00.

Luttakarar hava longu melda til í lokalu feløgunum dansifeløgum kring alt landið. Higartil (11. apríl) eru yvir 300 luttakarar meldaðir til.

Ein drekkamunnur og okkurt aftur við fæst allan dagin.

Lutakarar fáa døgura í Skótahúsinum.

Her er skráin til dansistevnuna:

Skrá: 
10.00Dansistevnan verður sett í Løkhøll
10.15Felags dansur
10.45 – 12.00Útferðir* og dansur
12.00 – 13.00Døgurðasteðgur
13.00 – 14.15Útferðir og dansur
14.15Felags dansur
14.45Takk og farvæl

*Tvær útferðir eru á skránni. Onnur er inn til Lambar at hoyra hoyra um Norsku løvu, Magnus Rasmussen sigur frá. Hin útferðin er út til kanónina á Nesi, har Alfred Olsen fer at siga frá um kanónina og ymist í samband við 2.veraldarbardaga.