Um vikuskiftið kappaðist Ari Poulsen úr Støkk í NM í Finlandi, har hann kom í finaluna í lop, gólv og beinsveiggj. Hann gjørdist nr. 6 í lop og nr. 8 í gólv og beinsveiggj í finaluni. Hetta veit Fimleikafelagið Støkk at siga í dag.
Fimleikafelagið sigur soleiðis á Facebook vanga sínum: “Vit í Støkk eru sera errin av Ari, og ynskja honum og hansara venjara Rúna Lamhauge, eisini úr Støkk, hjartaliga tillukku við góða úrslitinum“
Føroyski landsliðshópurin kom aftur úr Finlandi í dag.