Hetta er greitt í svarið frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennis Holm, til løgtingsmanni Helga Abrahamsen, sum í fyrispurningi setti honum spurningin um vegarbeiðið í Funningsfirði.
Í svarinum sigur landsstýrismaðurin soleiðis: “Ætlanin er at breiðka umleið 150 metrar av Funningsfjarðarvegnum í ár, og tá er breiðkanin komin í fyrstu húsini í bygdini. Listation av arbeiðinum hevur verið. Og roknað verður við, at arbeiðið byrjar í viku 41”
“Tá hetta er gjørt, eru umleið 350 metrar eftir til íbindingina til Funningsvegin. Haðani eru 500 metrar gjøgnum bygdina til íbindingina, sum er oman til havnarlagið í Funningsfirði, sigur Dennis Holm.
Hann sigur eisini, at umframt at breiðka hetta strekkið, er eisini neyðugt at gera eina gongubreyt, og at gera ábøtur á brúnna, ið er við omankoyringina til havnarlagið.
Eingir pengar eru settir av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 til hetta arbeiðið.
Deil á Facebook