Mynd: fsn.fo
Kelda: kvf.fo
Annfinnur Garðalíð varð í dag afturvaldur sum formaður fyri Føroya Skipara- og navigatørfelag. Hetta er nígginda árið á rað, at hann verður tað
Á ársaðalfundinum hjá felagnum stóðu seks nevndarlimir í ár fyri vali. Nevndin telur 11.
Fýra nýggja andlit eru nú at síggja í nevndini. Tey eru Ingi Kjærlokk, Martin í Grund, Arnfinn Hansen og Jónsvein Lyngvej Poulsen.
Elias Zachariassen varð eisini afturvaldur til næstformann.
Annfinnur Garðalíð greiddi í formansfrágreiðing sínari frá árinum, ið fer.
Tað skrivar kvf.fo
Deil á Facebook