Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2024 10:42

Annar hálvfinaludysturin verður í morgin

StÍF

Í morgin kl. 17:00 verður annar hálvfinaludysturin millum Stíf og Neistan spældur í høllini á Hálsi í Havn. Stíf vann fyrra dystin, og vinna tær í morgin, eru tær í finaluni. Tað er tí av stórum týdningi, at nógv fólk møta í høllini í morgin at rópa og stuðla, skrivar Stranda Ítróttarfelag á Facebokksíðu síni. 

Bussur fer frá bygdahúsinum á Strondum kl. 15:30 og kostar 50 kr. Melda teg til við at senda eini boð á tlf. 255089 ella til Simonu Paulu á Fríðriksmørk á Facebook.
Andlitsmáling verður í kjallaranum í bygdahúsinum frá kl. 15:00.