Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2022 05:25

Áminning til allar borgarar í Fuglafjarðar Kommunu

Mynd: Fuglafjordur.fo

Vit vilja minna tykkum á, at tá ið tit fara í gongd við útgrevstur, bygging, umbygging og viðlíkhald ( so sum útskiftan av tekju, vindeygu&hurðum og klæðing) av bygningum skulu tit senda

umsøknir til teknisku deild, ið síðani viðgerð tykkara umsøknir.

Sjálvt viðvíkjandi umbygging og viðlíkhald skal ein umsøkn sendast inn til kommununa sambært byggilógini og bygningskungerðini  17

  • (1.1, stk. 2) § 2 í byggilógini fevnir um nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum. Byggilógin fevnir eisini um niðurtøku av bygningum.

Viðvíkjandi umbygging so sum útskiftan av tekju, vindeygum&hurðum og klæðing skal umsøkn eisini sendast inn teknisku deild, ið síðani viðger tykkara umsøknir.

Hettar gunda á at byggilógin og Bygningskungerðini  17 krevja, at orkusparani tiltøk skulu gerast.

  • Kap 7. – Stk. 1, Bygningar skulu byggjast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, luftskifti og ljós, samstundis sum heilsuligu umstøðurnar eru nøktandi.

Sama er galdandi í sambandi við umbygging og aðrar munandi broytingar av bygningum, sum eru fevndir av kap. 7.4.

 Bygningskungerðin  17 (BK 17): Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Byggifaldari hjá Fuglafjarðar kommunu: ta-id-bygt-verdur_april-2022.pdf (fuglafjordur.fo)

Vinarliga

Fuglafjarðar kommuna