Fimleikafelagið Støkk
Í gjár fóru amboðsfimleikarar hjá Støkk til Íslands at luttaka í kappingini, Iceland Classic, sum verður hildin í Kópavági 1.-3. mars 2024.
Støkk luttekur við 8 amboðsfimleikarum í kappingini. Í hópinum eru: Hjørdis Petursdóttir, Bjarki í Jákupsstovu, Ednar á Sondum, Ási Yan Arnoldson, Ari Poulsen, Jónas Á. Olsen, Liam Sjúrðarson og Teitur R. Lamhauge.
Venjarar eru Durita Knudsen Poulsen og Rúni Lamhauge. Samskipari á túrinum er Hansa Høj.
Umframt at luttaka í Iceland Classic, fara amboðsfimleikararnir at venja nakrar dagar í høllini hjá íslendska fimleikafelagnum Gerpla, har umstøðurnar eru sera góðar.
Deil á Facebook