Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.09.2022 08:09

Altjóða hjartadagur í Løkshøll

Á skránni eru millum annað persónligar søgur um hjartasteðg.

Altjóða hjartadagurin verður hildin um allan heim fyri at varpa ljós á hjartasjúku og hjartaheilsu.

Í Føroyum skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki i Løkshøll 29. september klokkan 18.30.

Á skránni eru persónligar søgur um hjartasteðg og lívið sum avvarðandi, umframt faklig innlegg um hjartaheilsu frá hjartalækna og fysioterapeutum. Eisini eru tónleikainnsløg á skránni.

Skrá:

Arnbjørg Thorbjarnardóttir – Tá hjartað steðgaði

Ingibjørg Egholm – Lívið sum avvarðandi

Beinta Hammer – Hjartasteðgurin hjá manninum broytti lívið

Fysioterapeutar – Hjartaheilsa og rørsla

Sanna á Borg, hjartalækni og granskari um hjartaheilsu og kolesterol

Kvinnukórið Fljóðljóð syngur