Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2024 17:02

Altjóða Føroyar – hvar liggur semjan millum flokkarnar

Tíðindaskriv

Tjóðveldi skipar fyri einum tvørpolitiskum tiltaki í Smæruni kl 19.30-21.30 í kvøld. Tiltakið verður eisini stroymt. Fylgið við á facebooksíðu floksins. 

Tveir løgfrøðingar á Setrinum, Bárður Larsen og Kristian Joensen, skrivaðu herfyri eina tíðargrein, Ríkisfelagskapurin (sokallaði) 2.0. 

Við tíðargreinini tóku teir forsætisráðharran, Mette Fredriksen uppá orðið, tá hon í setanarrøðu síni í oktonber segði hesi orð: ,, Men så længe vi har et rigsfællesskab. Og det håber jeg personligt, vi har i mange år endnu. Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk, tre regeringer”

Tíðargreinin (sum kann lesast niðanfyri) er ein skitsa til eitt lógaruppskot til § Lóg um sjálvræði Føroya við tí endamáli at fremja eitt hægri stig av javnrætti.

8 ásetingar – hvar liggur semjan?

Í kvøld spyrja vit forfólkini í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi hvar flokkarnir kunnu finna eina semju útfrá teimum átta ásetingunum.

  1. Grundfesta skipanina

    2. Lóggávu – og sáttmálaveto

    3. Gera altjóða sáttmálar og fáa limaskap í altjóða   felagskapum í egnum navni.

4. Javnrætt í tulking

5. Egið dømandi vald

6. Gerðarrættarskipan

7. Einvegis rættur at skipa egið ríki

8. Avtøka av fólkatingsumboðanini

Skráin í kvøld

19.30 – Vælkomin

19.35 – Kristian Joensen greiðir frá teimum átta ásetingunum.

20.05 – Steðgur (kaffi og kaka verður at fáa)

20.20 – Pallborðsorðaskifti – Hvar liggur semjan? Forfólkini í fimm politiskum flokkum kjakast. 

21.30 – Liðugt

Øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna. Tað eru pláss til 150 fólk, og vit heita á fólk um at møta rættstundis. 

Ber ikki til at koma til tiltakið, so ber til at fylgja við stroyming. Tiltakið verður stroymt á youtube. Leinkjuna finnur tú á facebooksíðu floksins. 

Tjóðveldi

– Vit gleða okkum til eitt konstruktivt og framskygt kjak

Her kanst tú lesa tíðargreinina hjá Bárði Larsen og Kristiani Joensen

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/rikisfelagsskapurin-sokalladi-20