Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2024 10:13

Alt velst um eyga sum sær

Mynd: Tunnil.fo

Í síðstu viku kom fram, at Landsverk vildi hava listaverkini hjá Edvard Fuglø vekk úr Sandoyartunnilinum, tí at tey eru vandamikil fyri ferðslutrygdina.

Hetta hevur fingið fleiri fólk upp úr stólinum og sett spurnartekin við dømikraftini hjá mynduleikunum. Serliga, tá ið hugsar verður um t.d. stórsliga listaverkið í Eysturoyartunnilinum, sum ongantíð hevur verið nakar stórur trupulkeiki áður. Hóast túsundtals bilar koyra har hvønn einasta dag.

Eisini hevur Húkurin í Klaksvík verið flokkaður sum “vandamikil”, men hevur ikki verið til ampa fyri ferðsluna ella norðoyingar.

Meðan kanska tað løgna í tí heila er, at Ráðið fyri ferðslutrygd sjálvt, gjøgnum ár og dag, hevur havt átøk sum møguliga kundu verið bólka sum “vandmikil” fyri ferðsluna.

Eisini hevur løgreglan givið loyvir, at fólk seta stórar valplakatir upp, tá ið løgtings- og kommunuval eru. Samstundis sum stórir blunkandi lýsingarskermar eru at síggja so at siga allastaðni eyguni venda sær í dag.

Men alt hetta, í skrivandi løtu, sleppur at verða hangandi.

Men málið um listina í Sandoyartunlinum verður nú tikið upp í Landsferðslunevndini, upplýsir Michael Boolsen, fúti.

Landsferðslunevndin er eitt samstarv millum politiið og Landsverk, Akstovuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Spennandi verður tí at síggja hvat sleppur at hanga uppi og hvat skal takast niður.

Livst so spyrst.

Niðanfyri eru nøkur dømi um hvat kann fáa eyguni at venda sær frá vergnum.