Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2023 15:54

Alment útboð uppá gerð av nýggjari brúgv um Stórá

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Sunda kommuna hevur á býráðsfundi tann 27. Mars 2023 samtykt at bjóða arbeiðið, at gera nýggja brúgv um Stórá, millum Hvalvík og Streymnes, út alment.

Við hesum verður tí í almennum útboði bjóða áhugaðum arbeiðstakarum, at geva boð uppá gerð av nýggjari brúgv um Stórá. Arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku.

Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til Árant Jacobsen á aja@spenn.fo fyri nærri kunning og, at fáa útbjóðingartilfarið tilsent.

Tilboð skal latast til:

Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3 
FO-400 Oyrarbakki

í seinasta lagi 27. juni 2023 kl. 14.00