Sunda kommuna
Týsdagin 20. februar kl. 19:30 á Torginum í skúlanum við Streymin
Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu fær týdning fyri alt Føroya fólk, og tí skulu øll fáa høvi
at koma til orðanna, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram og síðani eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, at reisa atfinningar, ivamál og koma við uppskotum um loysnir og samstarv.
Uppskotið er til almenna hoyring og kann takast niður HER
Øll eru vælkomin at senda ráðnum viðmerkingar innan 22. februar 2024 kl. 15:00. til uvmr@uvmr.fo
Hetta er eitt tiltalk sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið stendur fyri.
Deil á Facebook