Badmintonsamband Føroya
– Finalan er í dag sunnudagin kl 13.00 í Small States of Europe in Badmintons championship
Í dag spæla Føroyar finaluna í móti Íslandi – tað er í høllini á hálsi.
Dystirnir byrja klokkan 13.00.
Føroyar møttu Íslandi í bólkaspælinum og vunnu tann dystin 3-2.
Vónandi koma nógv fólk í høllina at stuðla okkar leikarum.
Samstundis sum Føroyar spæla finaludyst, spæla Grønland og Luxemburg um bronsuna.
Liechtenstein og Gibraltar spæla seinasta play off dyst –
Dystarskráin er her Tournamentsoftware.com – Small States of Europe Badminton Team Championships 2026 – Matches