Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2022 16:16

Almenna byggisamtyktin góðkend -Sjóvar kommuna

Mynd: Sjovar.fo

Eftir reglunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sendi kommunan hin 17. desember í fjør Umhvørvis- og vinnumálaráðnum uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu til góðkenningar.

Uppskotið, sum snúði seg um at dagføra alla byggisamtyktina fyri kommununa, lá frammi til viðmerkingar frá 2. til 23. juni 2021. Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevið kommunan móttikið 10 mótmæli/viðmerkingar. Hesi blivu viðgjørd í kommunustýrinum og fingur nøkur viðhald, onnur ikki.

Býarskipanarnevdin hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broytingarnar. Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur síðani viðgjørt málið og tekur ráðið undir við viðmælinum frá býarskipanarnevndini, og hevur nú við heimild í §4 í býarskipanarlógini góðkent broytingarnar.

Byggisamtyktin sæst á heimasíðuni undir bygging/byggisamtykt 

Sjóvar kommuna