Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.09.2026 10:27

Petur bestur í august

Feðgarnir, Jens Martin og Petur Knudsen - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

NSÍ-áleyparin Petur Knudsen tók fríggjakvøldið ímóti heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í august. Virðislønina handaði pápin, Jens Martin Knudsen, undan dystinum ímóti B36.

Nærum alt kappingarárið hevur Petur Knudsen hjá NSÍ verið millum mest eyðsýndu spælararnar í MeistaraDeildini hjá monnum.

Við sínum arbeiðssemi, ferð og máltevi hevur Petur verið ein støðug hóttan ímóti mótstøðuliðunum, og við fleiri avgerandi málum og góðum avrikum hevur hann tryggjað vespunum týdningarmikil stig í oddastríðnum.

Í august vísti Petur Knudsen aftur høgt støði, og tá avtornaði vann hann eisini atkvøðugreiðsluna á sona appini um at gerast besti spælari í mánaðinum. Hinir báðir, ið vóru tilnevndir, vóru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB.

Virðislønin varð handað undan dystinum ímóti B36 fríggjakvøldið, tá runavíkingar vunnu 2-1 í Gundadali. Tað var pápin, Jens Martin Knudsen, fyrrverandi landsliðsmálverji og ein av Landskrona-legendunum, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Peturi eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eina minnislut, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma BalslevFøroya Tele og Atlantic Airways.