Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2023 10:35

Almenn móttøka fyri fráfarandi leiðara á Blákrossheiminum

Tíðindaskriv

Almenn móttøka verður fyri Jüttu J. Olsen, fráfarandi leiðara á Blákrossheiminum.

Móttøkan verður fríggjadagin 23. juni, frá kl. 15:00 til 18:00, á Blákrossheiminum á Nesi.

Røður verða at hoyra frá Hjalmari Hansen, formanni í nevndini fyri Blákrossheimið, Edvu Jacobsen, aðalskrivara í Bláa krossi Føroya, Alisu Hammer, leiðara fyri fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi, Sverra Steinhólm, formanni í landsnevndini fyri Bláa kross, og Leivi á Lakjuni, komandi leiðara á Blákrossheiminum.

Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen fara at framføra tónleik. Høvi verður at bera fram eina heilsan til Jüttu J. Olsen. Umframt hetta verður ábit.