Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2024 16:56

Almenn móttøka fyri fráfarandi IRF stjóra (Myndir)

Poul Andrias Joensen, takkað fyri seg (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í dag var almenn móttøka, tá ið, Poul Andrias Joensen, takkaði fyri seg, eftir at hava arbeitt á brennistøðini í Leirvík síðani 1989. Frá 1992 sum IRF stjóri.

Poul Andrias, er vorðin 70 ára gamal, er leirvíkingur og giftur við Ásu Hanusson úr Havn.

Nógv fólk var møtt upp í bygdarhúsinum í Leirvík, at heiðra mannin, sum nú fer frá fyri aldur.

Borðreitt var bæði við góðum mati og drekka. Eisini vóru røður hildnar, har millum annað Gunnvá við Keldu, nevndarforkvinna í IRF og Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá IRF í nógv ár, hildu røðu, har tey hugleiddu um menningina sum IRF hevur havt seinastu 30 árini. Og samstundis takkaðu tey Poul Andriasi fyri tíðina sum IRF stjóri.

Myndir: Eysturoyarportalurin