Sørin S. Djurhuus hevur verið í starvi innan tilbúgving hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. Nú Sørin verður 67 ár, takkar hann fyri seg.
Hetta skrivar Eysturkommuna í dag.
Eysturkommuna vil tí nýta høvi at takka Sørini fyri tíðina og hansara lut í tilbúgvingini og bjóðar tí til almenna fráfaringarløtu á tilbúgvingarstøðini fríggjadagin 29. september frá kl. 12:00 til 15:00.
Tilbúgvingarstøðin liggur við Sjóvartún 11 í Leirvík (Við gomlu ferguleguna).
Øll eru hjartaliga vælkomin.