Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2023 07:00

Áhugavert tiltak í bygdahúsinum á Strondum

Týsdagin 17. oktober verður eitt áhugavert tiltak í bygdarhúsinum á Strondum har prát verður við eldri StÍF leikarar um søguna hjá felaganum.

Ætlanin verður at hava eina hugnaløtu og hoyra eldri leikarar greiða frá hvussu tað var at verða StÍF´ari í gomlum døgum.

Tiltakið byrjar kl. 18.00 og kostnaður er 100 kr.

Vertur verður Helgi Abrahamsen.