Mynd: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim
Kelda: KVF
Sunneva Lambavík, sum er búsetandi í Lamba var fyrr í dag í KVF, har hon greiddi frá um søguna um skipið “Norsku Løvu”, ið rendi á land í Lamba nýggjársaftan í 1707.
Gongst sum ætlað, verður ein barnabók skrivað um Norsku løvu, har Sunneva vil hava, at børn skulu læra ævintýrkendu søguna at kenna.
Myndirnar í sjálvari bókini hevur evnaríka Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim teknað.
Eisini er ein ljóðmynd gjørd, ið Hans Marius Ziska hevur havt um hendur.
Meira fæst at vita um bókina og verkætlanina á hópfígging.
Deil á Facebook