Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.06.2023 08:25

Áheitan til bilførarar í Fuglafirði

Mynd: Fuglafjørður

Týsdagin 13. juni er triatlon á skránni í skúlanum í Fuglafirði. Næmingarnir í miðdeildini (4. – 6. fl.) fara at renna vestur á Horn, norð á Ennið og aftur í skúlan. Síðani súkkla teir út á ruskøkið og aftur í skúlan. Teir enda við at svimja í skúlanum. 

Bilførarar verða tí bidnir um at vísa serligt ansni hendan dagin fram til kl. 11.30.