Fótbóltssamband Føroya
Beint áðrenn vanliga tíðin var farin, eydnaðist tað Onnu Caroline Brændstrup at skora sigursmálið ímóti Georgia. Føroyar vunnu 1-0.
Teir næstan 800 áskoðararnir, ið høvdu leitað sær á Tórsvøll leygarkvøldið, fingu – tá samanumkom – fullan valuta fyri pengarnar.
Tað sá annars leingi út til, at HM undankappingardysturin millum Føroyar og Georgia fór at enda við málleysum javnleiki. Men tolni og gott spæl frá føroyska liðnum gav at enda úrslit, og tá avtornaði vunnu Føroyar 1-0.
Sigursmálið skoraði Anna Caroline Brændstrup beint áðrenn klokkan fór um teir 90 minuttirnar. Ásla Johannesen legði væl inn fyri úr vinstru, og í trunkanum framman fyri georgiska málið var Anna Caroline fyrst á bóltinum, og so var 1-0 til Føroyar.
Georgia royndi at trýsti seinastu løtuna, men føroyska verjan stóð stinn, og so vórðu øll stigini verðandi í Føroyum. Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um góðan hálvanannan mánað, tá útidysturin móti Georgia er á skránni.
Støðan í bólkinum er tann, at Grikkaland er fremst við níggju stigum fyri tríggjar dystir, Føroyar hava trý stig, somuleiðis fyri tríggjar dystir, meðan Georgia, sum hevur spælt tveir dystir, er aftast við ongum stigi.
