Eyp grein
Hendan søgan um Agnið hevur sín uppruna í bókini Bygdasøgan Nes, Toftir, Saltnes, har greitt verður frá gamla vegarbeiðinum á Agninum og teimum monnum, sum vóru við til at leggja hesa farleiðina. Søgan vísir eisini, hvussu Agnið gjørdist eitt politiskt mál í 1930-árunum – og hvussu ein vegur, sum einaferð varð gjørdur fyri at geva fólki atgongd til torvheiðarnar, í dag er vorðin ein týdningarmikil ferðaleið.
Agnið, ella sum nógv siga “Runt Agnið”, er í dag ein kend leið millum Nes og Æðuvík/Rituvík. Men søgan um vegin er nógv meira enn bert ein søga um asfalt og samferðslu.
Tá vegurin varð gjørdur, var arbeiðið sera øðrvísi enn tað er í dag. Menn av Nesi og Toftum arbeiddu við hond og løgdu nógvar arbeiðstímar í at bróta grót, bera sand og eyr til at fáa vegin gjørdan gjøgnum tað trupla knorkluta lendið. Um veturin, tá nógvir av monnunum ikki vóru til skips, var vegarbeiðið ein týdningarmikil partur av arbeiðslívinum.
Agnið gjørdist eitt politiskt mál
Men tað, sum kanska ger søguna um Agnið serliga áhugaverda, er tann politiska søgan.
Í bókini Bygdasøgan, Nes, Toftir, Saltnes, verður greitt frá, hvussu politikarin Jóhan Poulsen á Strondum, sum var ættaður av Toftum, hevði lovað fólki, at um tey stuðlaðu honum politiskt, skuldi hann syrgja fyri, at ein vegur varð gjørdur yvir móti torvheiðunum við Fossdali.
Hetta var eitt stórt lyfti. Í 1930-árunum var torvið ein týðandi partur av gerandislívinum, og ein vegur til torvheiðarnar kundi lætta munandi um hetta sera tunga arbeiði.
Tá søgan um hetta politiska lyftið frættist og fór runt millum fólk, stóð í lokalblaðnum Rúnarkelvi, sum kom út um hetta mundi, at „Hanus av Toftum svølgdi Agnið“.
Soleiðis festi navnið seg, og Agnið gjørdist ikki bara ein vegur, men eisini ein partur av politiska og søguliga minninum í teimum trimum bygdunum og síðani ein kend farleið millum føroyingar.

Tað sigur nógv um ta tíðina, at ein vegur kundi verða eitt valmál og eitt politiskt lyfti. Ein góður vegur hevði beinleiðis týdning fyri lívið hjá fólki, og tann politikarin, sum kundi fáa ein slíkan veg gjørdan, hevði eisini møguleika at vinna sær stóran stuðul.
Frá torvvegi til ferðafólkaveg
Síðani er nógv vatn runnið í ánni. Torvið hevur mist tann týdningin, tað einaferð hevði, og Agnið er í dag vorðið ein partur av nútímans samferðsluni.
Men tann gamli vegurin hevur ikki fylgt heilt við tíðini.
Ferðslan er vaksin nógv, og í dag koyra ikki bara fólk úr bygdunum eftir Agninum. Ferðafólk í stórum bilum og bussum ferðast eisini hendan vegin, millum annað fyri at uppliva náttúruna og útsýnið yvir Toftavatn, Eysturoynna og myllinar.
Trupulleikin er, at vegurin framvegis er sera smalur og ótíðarhóskandi. Summastaðni er hann minni enn tríggjar metrar breiður, illa farin og onkustaðni er hann um at skríða undan, og tað kann tí bæði vera sera trupult og ikki minst vandamikið, tá stórir bilar og bussar skulu møtast.
Ein partur av gamla bygdavegnum gongur dygst fram við Kornvatni, sum er vatngoymsla hjá Nes kommunu. Tað er ikki trupult at ímynda sær avleiðingarnar, um ein bussur við ferðafólki skuldi farið út av vegnum og endað í Kornvatni.
Tá hevði tað ikki bara verið ein vanlig ferðsluvanlukka. Tað kundi eisini fingið álvarsligar avleiðingar fyri vatnveitingina hjá einari heilari kommunu.
Fyrr snúði stríðið seg um at fáa ein veg gjørdan.
Í dag snýr tað seg um at fáa vegin gjørdan tryggan.
Nes kommuna er nú farið í gongd við at dagføra, breiðka og tryggja vegin um Agnið.
Fyrradagin gjørdu Nes kommuna og entrepreneur- og byggifyritøkan Falkon avtalu um, at breiðka vegin umleið tveir metrar á Agninum, frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), áleið 400 metrar til longdar. Hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum so hann kann nøkta ta ferðslu, sum er í dag.
Samstundis sum, at tá ið breiðkingin er liðug, fer Landsverk, sambært avtaluni, at seta upp bilverju á vegastrekkinum við Kornavatn.
Endamálið er ikki bara at gera tað lættari hjá bilum og bussum at møtast, men eisini at gera leiðina tryggari fyri fólkini, sum búgva í økinum, og fyri øll tey ferðafólk, sum vitja.
Falkon fer undir arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum.
Tað er tí ein sermerkt søga, Agnið hevur at fortelja.
