Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2024 10:37

Aggrasoppar spæla á G!

G!festival

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir.

Eitt hitt stórsta föroyska satsið úti í heimi í lötuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framfördu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser. Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framförsla, at hon brýtur málslig mörk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum – tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA eru tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge er tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og sum vit nevndu í tíðindaskrivi fyrr í hesi vikuni, er Dania O. Tausen tilnevnd til næstan allar hinar FMA’arnar í ár.

Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.

Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi föroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á gfestival.fo

Spjaldur