Tíðindaskriv/ Agga.fo
Frá 3. juli kunnu allir føroyskir útróðrarmenn taka niður trygdar-appið Agga ókeypis. Appið hjálpir fiskimonnum at fyrireika veiðitíðina og halda skil á trygdarmálum umborð — og ger teimum møguligt at gera árligu sjálvsýnina hjá Sjóvinnustýrinum av førum undir 15 metrum stavført og einfalt.
Agga leiðir útróðrarmenn gjøgnum egna kanning og váðameting av bátinum og útbúnaðinum, goymir trygdarupplýsingar á einum stað og bjóðar trygdarundirvísing og útbúgving fyri nýbyrjarar. Tá ein fiskimaður ger árligu kanningina av útbúnaði, samskifti og trygd bátsins gjøgnum Agga, lýkur hann samstundis krøvini um árliga sjálvsýn av smærri førum — Eftirkanningarlisti fyri árligt sjálvsýn av vinnuförum undir 15 metrar (árligi sjálvsýnislistin fyri før undir 15 metrum). Appið er ókeypis fyri allar føroyskar útróðrarmenn og er tøkt á App Store og Google Play. Síðani fráboðanin um Agga kom í KVF-tíðindunum fríggjakvøldið (3. juli), hava næstan hundrað føroyskir útróðrarmenn longu tikið appið niður.
Innleiðingin í Føroyum er úrslit av samstarvi við føroyskar partar og hevur staðið síðan í mai. Arbeiðið byrjaði á Atlantic Fair sýningini, tá Sjónám bjóðaði til fund við Sjóvinnustýrið og formannin fyri smábátafelagnum í Klaksvík. Síðani er loysnin tillagað føroyskum umstøðum í samstarvi við hesar tríggjar lyklapartar, og fleiri partar eru komnir við, sum arbeiðið hevur gingið frá. Føroyska umsetingin er gjørd saman við Sjónám, við hjálp frá Sprotanum, einum føroyskum bóka- og orðabókaforlagi.
„Agga er stutt sagt ein hjálpandi hond áðrenn fráferð og á sjónum. Fyri tann siglandi, myndugleikan og familjuna,“ sigur Finnbjörn Vang
„Agga er lætt at brúka, við øllum trygdarupplýsingum beint á fartelefonini. Hon hóskar væl bæði til smærri vinnufør og frítíðarbátar, og ger trygdarumsjón umborð einfalda, praktiska og atkomiliga,“ sigur Debes Sivertsen, Leiðari, Sjónám
„Vit eru sera takksom fyri tað góða móttøkuna, sum Agga hevur fingið í Føroyum, og fyri samstarvið við Sjóvinnustýrið, Sjónám og smábátafelagið í Klaksvík. Ætlan okkara er greið: at stuðla føroyskum útróðrarmonnum við einum einföldum trygdaramboði, sum hjálpir teimum at fyrireika seg væl, halda skil á trygdini og koma trygt heim til family sína,“ sigur Gísli Níls Einarsson, stovnari og stjóri av Alda Safety
Føroyskir útróðrarmenn kenna umstøðurnar á sjónum væl og taka trygdarmál í størsta álvara. Í seinastuni eru nøkur óhøpp hend við føroyskum smærri bátum — millum annað motorbrek, lekar og ein bátur sum søkk — har mannalív vórðu bjargað, ikki minst vegna góðan trygdarútbúnað umborð og rætt viðbrøgd hjá mannskapinum. Slík óhøpp undirstrika, hvussu nógv góð og reglubundin fyrireiking til veiðitíðina hevur at siga.
Agga hevur røtur í íslendsku trygdarmentanini á sjónum, sum er bygd upp gjøgnum seinastu áratíggju í samstarvi millum allar høvuðspartar — myndugleikar, fakfeløg fiskimanna, ICE-SAR, trygdarskúlan fyri sjómenn og bjargingarfeløg. Samstundis hava útgerðir lagt øktan dent á trygd fiskimanna, millum annað við endurnýggjan av flotanum, betri útbúnaði og betri umstøðum umborð. Á árunum 2014–2025 hendu bert sjey deyðsvanlukkur á sjónum við Íslandi, og sjey av hesum tólv árum gingu uttan nakra deyðsvanlukku — millum tað lægsta, sum kent er í heiminum. Hetta úrslitið verður ofta millumtjóðaliga nevnt „íslendska fyrimyndin“, og Agga er nýggjasta stavføra trygdarloysnin í hesi siðvenju. Agga varð menta í tøttum samstarvi við íslendska samferðslumyndugleikan (Samgöngustofa), sjóferðsluráðið (Siglingaráð), landssamband íslendskra smábátaeigara (Landssamband smábátaeigenda) og ICE-SAR (Slysavarnafélagið Landsbjörg).
Høvuðsorsøkir til óhøpp á sjónum hjá íslendskum útróðrarmonnum eru motorbrek, leki umborð, eldur umborð, at bátar søkka og skaðar á fiskimonnum. Summarið 2025 hendi ein deyðsvanlukka undir strandveiði, tá ein bátur søkk og sleppiútbúnaðurin til gummibátin ikki virkaði sum hann skuldi — ein sterk ávaring um, hvussu nógv rætt fyrireiking og virkin trygdarútbúnaður hevur at siga. Aftaná fóru íslendski samferðslumyndugleikin, ICE-SAR, Trygdarskúlin fyri sjómenn og landssamband íslendskra smábátaeigara í eitt felags átak við denti á virkni av gummibátum og rættari frágongd av sleppiútbúnaði teirra, umframt týdningin av góðari fyrireiking til veiðitíðina. Serligir fyrireikingarlistar vórðu gjørdir tøkir í Agga, og sum partur av átakinum spældi ein kendur íslendskur sjónleikari og útróðrarmaður í einum upplýsingar-video, sum vísti á tey týdningarmiklu viðurskiftini áðrenn fráferð og minti á at brúka Agga.
Útróðrarmenn kunnu taka Agga niður ókeypis frá App Store og Google Play, ella beint frá heimasíðuni okkara www.agga.fo, sum tengir beint til báðar keypbúðirnar.
Nærri upplýsingar um Agga eru at finna á agga.fo.
