Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.12.2023 10:04

Aftur streymnslit – hesuferð í nátt

Savnsmynd (SEV)

Tað mundu vera fleiri sum løgdu til merkis, at bakarovnar og onnur elektrisk útgerð stóðu og blunkaðu í morgun, tá ið tey komu upp.

SEV boðar frá, at um 03.30 tíðina í nátt fór steymurin í øllum meginøkinum. Men kl. 04.20 høvdu øll fingið streymin aftur.

Tað eru bert nakrir fáir dagar síðani, at tvey streymslit vóru sama dag. Hjá SEV kunnu tey ikki avnokta, at streymslitið møguliga hevur okkurt samband við hini steymslitini at gera, men tað er enn ov tíðliga at staðfesta, sigur SEV við Eysturoyarportalin.

Enn verður arbeitt við at finna hvat orsøkin var.