Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2023 08:41

Aðalorðaskifti um tónleik í Kringvarpinum

Løkshøll

Í sambandi við, at Kringvarp Føroya er í holt við at stinga út í kortið nýggjan tónleikapolitikk fyri stovnin, verður bjóðað til aðalorðaskifti í Løkshøll, í kvøld, mikukvøldið 30. august.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Millum luttakararnar vera eitt nú Ivan Hentze Niclasen, stjóri í KvF, Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari. Somuleiðis luttaka Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum, umframt umboð fyri limafeløgini í Tónleikasambandinum.
Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

Kringvarp Føroya er uttan iva mest týðandi mentanarberi, tá tað snýr seg um miðlan av føroyskum tónleiki. Í kringvarpinum – serliga útvarpinum – er tónleikur tað, ið fyllir mest av sendiflatuni. Men hvussu verður raðfest, tá tað snýr seg um tónleik? Hvussu verður avgjørt, hvat verður spælt og ikki? Og nær, og nær ikki?
Fyrr í ár kom fram, at Tónleikasamband Føroya og umboð fyri tess limafeløg í hoyringssvari ynskja, at starvið sum tónleikasamskipari í KvF skal vera eitt áramálssett fultíðarstarv og at hetta starv verður lyft upp á leiðsluøki. Hví er hetta eitt ynski?

Allir føroyingar rinda fyri Kringvarp Føroya, og meiningarnar eru mangar og atlitini mong at taka, tá stingast skal út í kortið. Tónleikapolitikkurin er sjálvt grundarlagið undir teimum valum og frávalum, sum gjørd verða.
Tískil vónar Tónleikasamband Føroya, at eitt aðalorðaskifti kann vera við til at bera ymsar hugsanir fram á torg soleiðis, at allir partar eru væl hoyrdir, áðrenn ein tónleikapolitikkur verður endaliga orðaður.

Møtið tí fjølment í Løkshøll mikukvøldið 30. august klokkan 19.00.