Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2023 14:21

A-landsliðið vitjaði á Glyvrum

Í dag vitjaði A-landsliðið hjá monnum saman við høvðusvenjarinum Håkan Ericson og toyminum kring um landsliðið ”nýggja” graslíkisvøllin á Glyvrum.

Har sluppu ungu skúlabørnini í Runavíkar kommunu, at møta og spæla var saman við føroysku stjørnunum, sum vóru komnir á vitjan í góðveðrinum.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, og formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, vóru millum tey sum vóru til tiltakið.

Borgarstjórin segði m.a., at Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen, báðir uppvaksnir í NSÍ, áttu ivaleyst nógvar góðar løtur á hesum vøllinum – sum í dag vitjaðu aftur sum A-landsliðsleikarar.

Sí nakrar myndir, sum Torbjørn Jacobsen eigur.