Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2023 08:46

Stuttleikabátur uppstøðgaður í Hestfirði

Mynd: Brimil (Eysturoyarportalurin)


Í gjár komu boð til MRCC, um at ein stuttleikabátur var uppstøðgaður í Hestfirði. Tað var skiparin á stuttleikabátinum, sum bað um hjálp.

Báturin var við at reka á land og rópti tí Mayday á VHF kanal 16. Vaktar-og bjarginagrskipið Brimil, í var tá staddur í Hestfirði, og sendi Nósa til hjálpar, meðan Rescue Lív bleiv eisini tilkalla.

Tá ið Nósi kom til stuttleikabátin, høvdu teir fingið varpið út og tað helt. Nósi setti fast og sleipaði bátin út frá landi. Tá ið Rescue Lív kom á staðið, tóku teir yvir og sleipaðu bátin til Havnar.

Frá tí at boðini komi inn, og inntil at báturin var komin til Havnar, tók áleið 1 tíma og 45 minuttir.