Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2023 19:08

Nú byrjar at síggja svart út hjá Petur og Lyngby

Mynd: Petur Knudsen

Lyngby tapti í dag 4-0 á heimavølli ímóti OB. Heimaliðið fekk reytt kort longu í 17 minutti, tá avloysarin hjá Petur Knudsen í álopinum, Alfred Finnbogasson, var útvístur. Og mótbrekkan gjørdist tískil tung og var tað ongantíð nakar spenningur í dystinum eftir hetta.

Petur var skiftur inn í 60 minutti.

Lyngby liggur aftast við 24 stigum, meðan AC Horsens og AaB hava 27 stig. Tveir dystir eru eftir at leika.

Komandi dystur hjá Lyngby er á heimavølli ímóti AaB 29. mai. Og síðsti dystur er á útivølli ímóti AC Horsens tann 3. juni.