Í dag arbeiða tríggir ergoterapeutar í Ergoblómuni í Syðrugøtu. Marin Egholm Jacobsen, Merry Eyð Joensen og Carla Josenius Mikkelsen, sum eisini eigur og reku Ergoblómuna.
Tann 1. juni víðkar Ergoblóman sítt virksemi og opnar eina Ergoblómu afturat í Stangaskákinum 1 í Klaksvík. Sostatt eru tvær ergoterapi klinikkir.
Carla Josenius Mikkelsen sigur, at “vit hava ymsar ætlanir um at víðka um okkara tænastur, men hetta er ikki klárt at kunngera enn, mega spennandi. Annars fara vit at hava opið hús í Stangaskákinum 1 tann 23. juni, nærri kunning um skrá kemur seinni.
Carla byrjaði Ergoblómuna í mai 2020 í Runavík, har hon tók yvir barnaergoterapeutiska virksemi hjá Olgu Skorastein. Og longu tann 7. juli 2020 flutti hon í høli í kjallaran í Tungu 21 í Syðrugøtu.
Carla sigur at, Ergoblóman veitir primert ergoterapi til børn og ung sum hava trupult við at varveita eitt nøktandi aktivitetsstøði í gerandisdegnum. Hava børn trupulleikar við at trívast og virka í teirra gerandisumhvørvi, kann ergoterapeutur kannað, ráðgeva, tillaga og venja við útgangsstøði í sansum, motorikki og samspæli. Av og á hava vit rørslustimbran fyri pinkubørn, har foreldur við pinkubørnum fáa eina mennandi og sansastimbrandi løtu við rørslu, sangi og hugnaløtu saman. Vit veita eisini ergoterapi til vaksnar brúkarar, sum tørv á venjing av andlit, munn og svølgfunktiónum. So okkara arbeiði fevnir rættiliga breitt.
