Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.05.2023 14:02

49 ára gamli Geza Tamas Turi verjir málið í dag

Tað verður oddabrak í Gundadali kl 15.00 í dag, tá HB og KÍ bresta saman, í einum dysti sum nokk fer at geva ábendingar hvør verður føroyameistari í ár.

Men tað sum er merkisvert vil dagsins dysti, er at báðir málmennirnir hjá KÍ er ikki tøkir til dyst. Norrmaðurin Markus O. Pettersen er sjúkur og Rói M. Hentze er uttanfyri við skaða. Tískil verður tað 49 ára gamli Geza Tamas Turi, núverandi málmansvenjari hjá KÍ, sum fer at verja málið í dag.

Geza er nokk mest kendur, sum málverji hjá Víkingi, har hann leikti í nógv ár. Heilt frá 2006 fram til 2018. Seinasti dysturin hann leikti í besti deildini var á sumri í 2018 ímóti NSÍ við Løkin.