Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2023 15:52

Broytingar hjá IRF vegna Kristi himmalsferðardag

Mynd: Savnsmynd (IRF)

IRF boðar frá at vegna Kristi himmalsferðardag eru fleiri broytingar í innsavningini í komandi viku.

Í fleiri økjum verða posarnir tó heintaðir sum vanligt.

Niðanfyri standa tær broytingar, sum talan er um:

Posarnir í hesum støðum verða heintaðir týsdagin, 16. mai: 

  • Runavík, Glyvrar og Saltangará
  • Skála, Innan Glyvur og Strendur
  • Norðragøta, Gøtugjógv, Syðrugøta og Leirvík

Posarnir í hesum støðum verða heintaðir mikudagin, 17. mai: 

  • Fuglafjørður og Kambsdalur
  • Klaksvík, Norðoyri og Ánirnar
  • Nes, Toftir og Saltnes
  • Kunoy og Haraldssund